Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Í løtuni venur Havnar Sjónleikarfelag nýggja, forvitnisliga, føroyska uppseting, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm. Tað eru Elin á Rógvi, leikstjóri, og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Báðar hava tær nógvar royndir á baki og eru kendar fyri sín dugnaskap. Ikki minst tá tað snýr seg um børn og ung.

Ljóssetingin kemur í stóran mun at verða viðspælari í hesi uppsetingini, og tann uppgávun er latin upp í hendurnar á Árna Baldvinssyni, sum er kendur fyri sítt hegni á hesum øki.
Ævintýrabúnarnir gandar skræddarin í miðbýnum, Beinta Vilhelmsen, fram. Fyri tónleikinum, sum eisini er ein týðandi viðspælari, standa Ólavur Jákupsson og Jákup Wardum. Pallmyndina eigur Jóannes Gaard. Pall- & búnarekvisitørar eru Marjun Jóanesardóttir og Jóanes Andreasen.

Leikarar og dansarar telja tilsamans 15 fólk. Við dansi, tónleiki og leiki skapast ein hugtakandi magisk heildaruppliving fyri børn og vaksin.

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2009/sleeping_beauty/index.htm

Added by janegil on November 16, 2009

Comments

janegil

Brigir Kruse on Faroese Radio about Sleeping Beauty:


http://uf.internet.fo/Studio2_041209_Part2.mp3

Interested 1