Bryggjubakka
Tórshavn, Torshavn 100

Leygardagin fer hørpuspælarin Thomas Loefke at spæla keltiskan og írskan hørputónleik í Havnar kirkju.

Ein part av árinum býr hesin serstaki tónleikarin á smáoyggjunum Staffa og Tory í Hebridinum og Shetlandsoyggjunum – útnyrðingsparturin av tí gamla keltiska mentanarøkinum. Ljóðføri, hann ger tónleik til og spælir á er gamla keltiska hørpan og tónleikurin ber dám af náttúruni, har hann var spældur og verður smíðaður.

Thomas Loefke býr annars í Berlin og hevur 1984 hevur ferðast víða um á konsertferðum í USA, Europa og Canada. Hann hevur vunnið fleiri internationalar virðislønir – millum annað 1. virðislønina við O’Carolan Harp Festivalinum í 1987. Síðan tá hevur hann spælt saman við skotska gittarleikaranum og tónasmiðinum Ian Melrose. Teir báðir umboðaðu Týskland við Europeisku kringvarps festivalin í Noregi í 1989.

Bæði saman við Ian Melrose og øðrum tónleikarum hevur Thomas Loefke givið út fleiri CD-fløgur við bæði traditionellum keltiskum og nýggjum tónleiki.

“Fólk lurta aftur eftir stillum bergtakandi tónleiki,” sigur Thomas. “Tað er ótrúligt sum hørpuljóðið tekur ferðina úr dagliga lívinum og gevur aftur kensluna av einum slagi av livandi friði.”

Added by janegil on May 6, 2011

Interested 1