Vágsbotn
Tórshavn, Torshavn 100

Sangskráin ferðast hesaferð ikki so langt aftur í tíð sum Tarira annars er kent fyri. Eingin endurreisingartónleikur á hesum sinni. Elsti satsturin hesaferð er av mæta russiska tónaskaldinum Igor Stravinsky (1882-1971), so harvið má sigast, at talan er um ein rættiliga modernaða konsert.

Men tað konsertirnar ikki bjóða av søgu, bjóða tær í staðin av geografi. Leitað verður um allan heim eftir íblástri. Við støði í Føroyum verður vitjað í okkara grannalondum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmørk. Farið verður víðari eystureftir til Eysturríkis og Russlands og heilt yvir til víðagitna japanska tónaskaldið Toru Takemisu (1930-1996) og tvørtur um Kyrrahavið til Los Angeles, har vit syngja ein yndisligan sats av unga stjørnuskotinum Eric Whitacre (føddur 1970).

Official Website: http://www.tarira.fo/index.asp?id={D119BE20-F26B-44B4-A765-C6BD95E46A30}

Added by janegil on May 25, 2009

Interested 1