Landav. 44
Tórshavn, Torshavn 100

Beint fyri nýggjár fekk Tarira fyrispurning frá estiska kórinum, Orthodox Singers, um áhugi var at fáa eitt samstarv í lag og gera eina felags konsert í Føroyum í mars. Eftirsum her er talan um eitt spennandi yrkiskór á sera høgum støði úr einum landi við stoltum sangtraditiónum, var kórið Tariria fegið um at fáa eina slíka avbjóðing , og arbeitt hevur síðani verið við at leggja ferðina til rættis.
Konsertskráin verður eitt fjølbroytt bland av kórtónleiki úr Ruslandi, Estlandi, Grikkalandi, Serbien og Onglandi, sum hvørt kórið sær ferð at framføra. Men fyri at samstarvið skal fevna um meira enn eina felags konsert, har kórini bert syngja sína egnu skrá, so hava tey gjørt av at syngja tvey verk saman; eitt verk eftir Sunleif Rasmussen og eitt verk eftir Sergei Rachmaninov. Áhugavert verður at hoyra, hvussu føroyskur kórtónleikur ljómar, tá ið hann verður sungin av estiskum yrkiskóri.

Official Website: http://www.nlh.fo/00001/00342/

Added by janegil on March 14, 2008

Interested 1