Landav. 44
Tórshavn, Torshavn 100

Kórið Tarira er saman við kórleiðaranum Sunleif Rasmussen á veg til Íslands at hava konsertir á navnframa Skálholti og í Langholtskirkjuni í Reykjavík. Í hesum sambandi hevur kórið eina ávegiskonsert í Vesturkirkjuni mikukvøldið 2. september klokkan 20.00. Á skránni verður m.a. kenslunemandi verkið ”Sleep” eftir amerikanska tónaskaldið Eric Whitacre, sum eigur at geva áhoyrarunum gásarhold, verður tað sungið sum tað skal. Skráin fevnir um fleiri ambitiøs og sera krevjandi verk so sum áðurnevnda ”Sleep” og ekstatiska kærleikssangin ”Bara du går över Markerna” hjá Karin Rehnquist. Konsertskráin fevnir breitt bæði landfrøðiliga og huglagsliga frá tí stilla inniliga til garvilla passión. Konsertin er ókeypis, høvi verður tó at stuðla kórferðini við at lata peningagávu í forhøllini í kirkjuni.

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=127791291594

Added by janegil on August 28, 2009

Interested 1