Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Vikuskiftið 9.-11. apríl 2010 skipa Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Havnar Sjónleikarafelag fyri sminkuskeiði í “special effects”.

Á skeiðnum læra fólk á professionellan hátt at kreera og brúka make-up til øll sløg av teatri, films- og sjónvarpsarbeiði og at laga tað til ymiskar fólkastøddir, aldrar og etniska útsjónd.
Vit fara at stoypa andlit og modellera maskur og modell, sum vit síðan leggja lit á. Vit fara at montera hár, eygu, tenn og aðrar detaljur. Vit fara eisini at síggja film.

Undirvíst verður kl 19-22 fríggjadagin, 9-18 leygardagin, og 9-16 sunnudagin. Vit fáa ein lættan bita kl. 12 leygar­dagin og sunnudagin eisini, og vit fáa kaffi, frukt og annað gott.
Skeiðið er fyri øll áhugað. Maskur og teaturrekvisitt eru interessant fyri sjónleikara-fólk, men eisini eru special-effects sár og maskur interessant hjá reyðakross-fólki og teimum, ið fáast við filmsarbeiði.
Lærari er Janus Vinther, sum hevur ein sminkuskúla niðri í Keypmannahavn, har hann undirvísir bæði lærdum og leikum og bæði børnum og vaksnum. Janus hevur áður havt skeið fyri MáF og Havnar Sjónleikarafelag, tað var 7.-9. novembur 2008.

Tilmeldingarfreist: 1. apríl 2010 á 315624 ella [email protected]

Official Website: http://www.facebook.com/search/?q=upcoming.yahoo.com&init=quick#!/event.php?eid=353939916985&ref=mfhttp://www.facebook.com/search/?q=upcoming.yahoo.com&init=quick#!/event.php?eid=353939916985&ref=mf

Added by janegil on March 9, 2010

Comments

janegil

http://www.facebook.com/#!/event.php?eid=353939916985&ref=mf

Interested 1