Drelnes
Tvøroyri, Suduroy 800

Hetta varð avdúkað á samkomu í siloini fríggjakvøldið, har Projekt Salt eisini fekk handað peningagávu á krónur 92.756,82,- Hetta var yvirskotið av Jóansøkufestivalinum 09, ið var skipaður sum stuðulskonsert til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina til mentanar- og konserthús.
Stóra høllin var upplýst við ljoskastarum og livandi ljósum. Tóra Vestergaard sang Ave Maria. Kristian Holbæk, vegna Suðuroyar Tónleikafelag, handaði Projekt Salt peningagávuna. Kristian takkaði tónleikarum úr øllum landinum, ið spældu ókeypis á jóansøku til frama fyri mentanarhús ætlanina. Ólavur Rasmussen, samskipari í Projekt Salt, takkaði fyri peningagávuna. Hann viðgekk, at hendan gávan ikki einsamøll fíggjar ætlanina, men at gávan tó er gull verd, tí hon er prógv um samanhald í Føroyum, har føroyskir tónleikarar stóðu saman um at stuðla ætlanini.
Kristin Michelsen, borgarstjóri helt røðu.

Stór konsert í maj
Brandur og Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe spædu nøkur løg, og síðani kom Ólavur Rasmussen aftur á pall, sum í hesum førinum vóru nakrir plattar, og hann kunngjørdi, at tann 15. mai verður rimmar konsert í saltsiloini.
Bíðað hevur verið eftir, at nøkur nøvn eru tøk og siga ja, og nú er alt komið á pláss. Tann 15. mai fara Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Frændur, Harkaliðið, Rúni Brattaberg og Brandur og Tróndur Enni at spæla,og møguliga legst afturat hesum navnalistanum.

Official Website: http://planet.portal.fo/?lg=67766

Added by janegil on January 10, 2010

Comments

janegil

I'm on another island, following the concert on http://media-http.internet.fo/uf96?MSWMExt=.asf

It's raining inside the building...

janegil

I'm on another island. listening on http://media-http.internet.fo/uf96?MSWMExt=.asf on VLC media player.

It's raining inside the building - shouldn't surprise anyone.

Interested 1