Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Fríggjakvøldið 25. februar kl. 21.00 verður stór konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn, nú Robert McBirnie hevur rundað hálva øld á palli sum sangari, tónleikari og undirhaldari.

Konsertin verður eitt samankók av tí nógva, Robert McBirnie hevur verið við til á palli ígjøgnum meira enn 50 ár, og fleiri forkunnugir gestir kunnu eisini upplivast á palli saman við honum hetta kvøldið, ið verður hildið í góðum og kendum umhvørvi í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Eitt orkestur við fleiri av okkara fremstu tónleikarum leggur botnin undir tí nógva og fjølbroytta tónleikinum, sum verður at hoyra hetta kvøldið, umframt at gestir úr bæði Red Boys, Faroe Boys og onnur, ið hava verið á palli saman við Robert, verða at hoyra.

Teir, ið mannað »grundorkestrið«, eru Finnur Hansen (tangentar og sang), Ólavur Øster (guitar), Arnbjørn Sivertsen (guitar), Kolbein Simonsen (bass), Brandur Jacobsen (trummur), Malan Thomsen (kór) og Torkil Johannesen (kór og slagverk).

Forsølan er byrjað í Tutlhandlinum á Káta horninum.

Official Website: http://planet.portal.fo/?lg=79135

Added by janegil on February 24, 2011

Interested 1