Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Havnar Sjónleikarfelag fer saman við Tjóðpalli Føroya at seta upp leikverkið Postkort úr Havn í sambandi við, at Havnin er 100 ár sum fólkavald kommuna.

Fyrsta sýningin verður í Sjónleikarhúsinum 28. juli 2009 kl 20:00.

Leikverkið snýr seg um hendingar í Havnini frá 1980’unum og fram til dagin í dag. Vit halda fram, har leikverkið Havnarmyndir slepti. Tiltakið viðger minnisverdar hendingar í hesum tíðarskeiði, er kryddað við sangi og tónleiki og ber brá av kabarett.

Mina Reinert skrivar – saman við leikarum og leikstjórum – leikritið, og eru tað Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, ið leikstjórna.

* Ólavsøkuaftan kl 20
* Ólavsøkudag kl 20
* Hósdagin 30.juli kl.20.00
* Fríggjadagin 31.juli kl.20.00
* Leygardagin 1.august kl.16.00
* Sunnudagin 2.august kl.16.00
* Týsdagin 4.august kl.20.00
* Mikudagin 5.august kl.20.00
* Leygardagin 8.august kl.16.00
* Sunnudagin 9.august kl.16.00
* Týsdagin 11.august kl.20.00
* Mikudagin 12.august kl.20.00
* Fríggjadagin 14.august kl.20.00
* Leygardagin 15.august kl.17.00
* Sunnudagin 16.august kl.17.00

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2009/t100/index.htm

Added by janegil on July 22, 2009

Interested 1