Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Leikurin er bygdur rundan um nakrar av teimum bestu og mest óhugnaligu søgunum hjá tí stóra amerikanska horror-meistaranum. Rithøvundur er Jeffrey Hatcher.

Sýningar:

Leygardag 15.09.12 kl. 20.00 Premiera
Sunnudag 16.09.12 kl. 20.00
Týsdag 18.09.12 kl. 20.00
Mikudag 19.09.12 kl. 20.00
Fríggjadag 21.09.12 kl. 20.00
Leygardag 22.09.12 kl. 20.00
Sunnudag 23.09.12 kl. 20.00
Týsdag 25.09.12 kl. 20.00
Mikudag 26.09.12 kl. 20.00
Fríggjadag 28.09.12 kl. 20.00
Leygardag 29.09.12 kl. 20.00
Sunnudag 30.09.12 kl. 20.00
Týsdag 02.10.12 kl. 20.00
Mikudag 03.10.12 kl. 20.00
Fríggjadag 05.10.12 kl. 20.00 Eykasýning
Leygardag 06.10.12 kl 23.00 Miðnáttareykasýning
Sunnudag 07.10.12 kl. 20 Eykasýning
Seinastu sýningarnar:
Týsdag 09.10.12 kl. 20.00
Mikudag 10.10.12 kl. 20.00
Fríggjadag 12.10.12 kl. 20.00
Leygardag 13.10.12 kl. 20.00
Sunnudag 14.10 12 kl. 20.00

Atgongumerki á 150 kr eru at fáa í Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.

Official Website: http://www.sjonleikarhusid.com/savn/2012/poe.htm

Added by janegil on September 9, 2012

Comments

janegil

Komandi vikuskiftið vera 3 eykasýningar av leikinum ”Poe – morðini”. Leygarkvøldið 6. oktober verður ein miðnáttarsýning kl. 23.00 til teirra sum vil hava eitt eyka kryddarí til spennandi upplivingina sum ”Poe – morðini” eru.

Her hava øll, ið hava áhuga fyri Poe ella føla seg drignan at tí makabra ella bara vilja uppliva nakað, sum er nýtt og øðrvísi, nakað at gleða seg til. Í eini atmosferu, sum er ørvísi enn tann vit vanliga uppliva í Sjónleikarhúsinum, við kertiljósum og skýmligum krókum verður borðreitt við tekstum, sum glógva sum tinnur í heimsins bókmentum.
Tá vit lesa Poe, verða vit drigin inn í ein heim, har vit alla tíðina ferðast á eggini og í daprastu avkrókum tilvitskunnar.

Í eini søgu letur hann detektivin Dupin siga: "Deyðin hjá eini vakrari
kvinnu er, ongin ivi um tað, tað mest poetiska evnið í heiminum ".

Ónatúrligi deyðin, fólk, ið doyggja ov ung. Fólk, ið vera upptærd av
sálarsjúku. Tey, ið av tilvild, ella tilvitað gerast mordarar – og so tey, ið
gerast offur fyri brotsgerðum, verða dripin, ella jarðað livandi. Mordarin
er sum oftast, fyri Poe, meira áhugaverdur enn offrið.

”Væntið ein leik, ið varir beint undir hálvan annan tíma, men sum gongur við rúkandi ferð. Gleðið tykkum til ótrúliga góðar effektir, sum fáa fólkat hvøkka við” (Høgni Mohr)

Eykasýningar:
Fríggjakvøldið 5. oktober kl. 20.00
Leygarkvøldið 6. oktober kl. 23.00
Sunnukvøldið 7. oktober kl. 20.00

Interested 1