Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Forsølan av atgongumerkjum til barnaleikin Pinocchio byrjar mánadagin 17.
oktober í Kunningarstovuni í Havn. Kostnaður er 130 kr.

Sýningar Pinocchio

Sunnudag 23. oktober kl. 16.00
Týsdag 25. oktober kl. 18.00
Mikudag 26. oktober kl. 18.00
Sunnudag 30. oktober kl. 16.00
Mikudag 2. november kl. 18.00
Fríggjadag 4. november kl. 18.00
Leygardag 5. november kl. 16.00
Sunnudag 6. november kl. 16.00
Týsdag 8. november kl. 18.00
Mikudag 9. november kl. 18.00
Fríggjadag 11. november kl. 18.00
Leygardag 12. november kl. 16.00
Sunnudag 13. november kl. 16.00
Týsdag 15. november kl. 18.00
Mikudag 16. november kl. 18.00
Leygardag 19. november kl. 16.00
Sunnudag 20. november kl. 16.00
Týsdag 22. november kl. 18.00
Mikudag 23. november kl. 18.00
Fríggjadag 25. november kl. 18.00
Týsdag 29. november kl. 18.00
Mikudag 30. november kl. 18.00
Leygardagin 3. desember kl. 16.00
Sunnudagin 4. desember kl. 16.00
Mikudagin 7. desember kl. 18.00
Fríggjadagin 9. desember kl. 18.00

Søgan um Pinocchio

Leikurin tekur støðið í upprunasøguni um Pinocchio hjá Carlo Collodi, men
leikurin er lagaður til nútíðarbørn.

Carlo Collodi, sum fann upp á at skriva um hesa eitt sindur kúllaligu
trædukkuna ella marionettdukkuna, var italiumaður. Hann hevði stóran áhuga í
samfelagnum, sum hann var partur av, og byrjaði avísina Il Lampione sum
speiskliga viðgjørdi hendingar í hansar nútíð.

Í 1875 fór hann at skriva fyri børnum. Hann skrivaði ævintýr og eina røð av
skaldsøgum, og í 1880 fekk hann tað hugskot at brúka ein fittan, kúllaligan
og eygagóðan figur, sum gjøgnum smáar myndasøgur, einar 3 til 5 myndir,
frambar eitthvørt sjónarmið hjá Carlo Collodi. Hann nevndi hesa søgurøð
Søgan um eina marionettdukku ella søgan um Pinocchio. Hesar søgur vóru
prentaðar í eini italskari avís fyri børn, tann fyrsta av sínum slagi í
Italiu. Carlo Collodi andaðist í 1890 uttan at vera greiður yvir, hvussu
kend og vælumtókt hansara hugskot gjørdist.

Ævintýrið um Pinocchio kom seinast út á føroyskum í 2005 í glæsiligari
útgávuni frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Nógv hava nýtt søgurnar um Pinocchio sum grundarlag, og ein hin kendasta er
søgan hjá Walt Disney. Walt Disney fyritøkan ger ofta syrgiligar søgur
barnavinarligar og stuttligar, eitt nú søguna um Pinocchio og um Ta lítlu
havfrúnna.

Havnar Sjónleikarfelag hevur sett Pinocchio upp tvær ferðir áður, í 1986 og
í 1996. Í fyrra førinum var tað ein sangleikur evnaður til av sviunum
Staffan Gøtestam og Peter Flack, sjónleikarar og tónleikarar. Oskar
Hermansen týddi til føroyskt.

Í seinna førinum var tað søguútgávan hjá Walt Disney, sum varð nýtt. Allan
Dalsgarð týddi.

Í uppsetingini í 2011 verður talan um eina samanrenning av upprunasøguni hjá
Carlo Collodi og einari nýtulking av søguni.

Pinocchio letur seg lokka, og hann vil heldur gera tað, sum er stuttligt,
enn tað, sum hann er biðin um at gera. Og tá man ger tað, so hendir ofta, at
tað gongur galið. Men tá ið alt gongur galið, so fær man at vita, hvøjir
rættu vinirnir eru, og Pinocchio broytist frá at vera ein sjálvsøkin
trædukka til at gerast eitt veruligt barn, sum skilir onnur menniskju og fær
kenslur fyri øðrum menniskjum.

Søgur um Pinocchio eru spennandi, stuttligar og tað er heilt vist, at onkur
ansar eftir og er góður við Pinochio, og tað er gott, tí tað hevur týdning
fyri okkum øll, at onkur ansar eftir okkum og er góður við okkum.

Official Website: http://www.sjonleikarhusid.com/savn/2011/pinocchio/index.htm

Added by janegil on September 24, 2011

Interested 1