Magnus Heinasonargøta 12
Tórshavn, Torshavn 100

Nú eitt nýtt skúlaár er byrjað, fer Margarinfabrikkin aftur í gongd við at skipa fyri vælumtókta ungdómstiltakinum ”Náttin er Ung”. Fyrsta tiltakið í ár verður komandi leygarkvøld 26. sept.

Kvøldið hevur ymiskt at bjóða og hesaferð verður konsert við 3st, Bet you are William og DJ’ arirnir Mrs. Duplo og James James, sum tey ungu áður hava tikið sera væl ímóti. Tiltakið verður í Tórsgøtu.

Atgongumerkini fyri 100 kr. fáast við dyrnar og aldursmarkið er ung 13 – 17 ár.

Tiltakið er rúsfrítt.

Added by janegil on September 24, 2009

Interested 1