Landav. 44
Tórshavn, Torshavn 100

Fyrstu vikuna í august verður tónleikur hjá J.S. Bach og Felix Mendelssohn at hoyra í Miðvági, á Toftum og í Havn. Fólkini í Monodi eru Anne Mette Greve Klemensen, sopran, Stamen Stanchev orgul og klaver og Kári Bæk, obo. Harumframt luttekur Arina Bischoff, sum syngur duet saman við Anne Mette.
Monodi hevur valt at framføra tónleik hjá hesum báðum tónaskøldunum, tí tað í ár eru liðin 200 ár, síðani Mendelssohn varð føddur, og tí at hann var tann, ið gjørdi J.S. Bach, hvørs tónleikur fyrst í 1800 talinum næstan ikki var spældur longur, kendan aftur við at framføra Matteus-Passiónina umleið 80 ár eftir deyða Bachs.
Monodi hevur ætlan um, umframt konsertirnar í Føroyum, at framføra somu skrá í Keypmannahavn, har Anne Mette býr, í Gøteborg har Kári býr og í Tana í norður Noregi har Stamen arbeiðir sum kantor.
Á skránni til konsertirnar í Føroyum eru millum annað Orgulsonata nr 4 op.65 og aria úr oratorinum Elias eftir Mendelssohn, tríggjar ariur úr ymsikum kantatum hjá Bach við obo og orgulfylgisspæli.

Konsertirnar verða hesar:
Í Miðvágs kirkju sunnudagin 2. august klokkan 17.00.
Í Fríðrikskirkjuni týskvøldið 4. august klokkan 20.00.
Og í Vesturkirkjuni mikukvøldið 5. august klokkan 20.00

Official Website: http://www.portal.fo/?lg=63555

Added by janegil on July 30, 2009

Interested 1