Gríms Kambans Gøta 2
Tórshavn, Torshavn 100

Hóskvøldið er aftur live kvøld í Sirkus við DJ omaná. Lyon kallar ungi maðurin seg, ið skal framføra, og Allyca't er artistanavnið hjá ungu, debuterandi diskarinduni, ið fer afturum DJ pultin eftir framførsluna.

LYON
Tað eru minni enn tvær vikur síðani, at Lyon sleyg ígjøgnum sum tað nýggjasta boðið uppá eina stjørnu í føroyskum tónleiki, tá hann kom víðari í finaluna í tónleikakappingini Sement.

Við gittara, klaveri, ronkum ryggi og væl sitandi hatti borðreiðir Lyon við mest karismatisku framførslunum, tú kanst ímynda tær. Sangskrivarastílurin hevur eina heldur ótraditionella ljóðmynd, serliga í føroyskum høpi, og leggur hann seg yvir í Tom Waits sjangruna við einari kenslu av Jeff Buckley.

Lyon spældi seinasta hóskvøld konsert saman við Lady Fire, Bet You Are William og Guðrið Hansdóttir í Perluni, og hevur rósingin fyri hugtakandi framførsluna hjá honum ljóðað um alt landið síðani. Her eru tvey dømi:

“Eg má erligt viðganga, at tað er langt síðani, at eg havi verið so bergtikin av einum tónleikara.”
- Petur Háberg (Lady Fire, Bet You Are William)

“Lyon hevur heilt vist eitt stórt potentiali, og koma vit óivað at hoyra nógv til hann í framtíðini.”
- MESS.FO

ALLYCA'T
Alisa Hentze er júst komin heim eftir eina ríkandi ferð úti í heiminum, har hon hevur sogið inspiratión og tónleik til sín. Drum 'n bas, dubstep, minimal og electronica eru nakrir av tónleikastílunum, hon spælir, og verður hóskvøldið ein staðfesting av, at Allyca't er komin fyri at vera.

Í vikuskiftinum eru tað Herr Gott, sum traðkaði fram í síðstu viku, og búfasti diskarin JamesJames, sum eiga kvøldini.

Sirkus letur tó upp kl 17.00 og bjóðar allan dagin kaffi, besta kakao í býnum, heimagjørdar grillaðar tvíflísar umframt alt tað, sum barrin hevur.

Official Website: http://www.facebook.com/sirkus.fo#/event.php?eid=277449321474&index=1

Added by janegil on January 28, 2010

Interested 1