Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Ljós og ljóðskeið

21. - 23. januar 2011

21.-23. januar skipar MáF fyri Ljós- og ljóðskeiði í Sjónleikarhúsinum í Havn. Skeiðið er fyri øll, ið hava áhuga fyri ljós- og ljóðtøkni í sambandi við sjónleik.

Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 21. januar kl. 19.00 og endar sunnudagin 23. januar
kl. 16.00. Fríggjakvøldið verður undirvíst frá 19-22. Leygardagin frá kl. 10-18,
og sunnudagin frá kl. 10-16.

Leygardagin og sunnudagin fáa luttakararnir døgurða kl. 13, og annars verða tað fleiri kaffisteðgir o.a.

Lærarar á skeiðnum verða

Ljósdesign: Árni Baldvinsson, ljósdesignari

Ljóðtøkni: Jóhannis Steingrund, ljóðtøkningur

Kostnaður: Fyri limir í limafeløgum MáF's og Ungum í MáF: 800,00 kr.

Fyri tey, sum ikki eru limir: 1.200,00 kr.

Legg til merkis, at MáF syrgir ikki fyri náttarvist.

Tekning hjá MáF í seinasta lagi 7. januar 2011.

Konto: 9181-185.132.4 í Eik Banka.

Official Website: http://www.maf.fo/tidindi/2010/Lj%C3%B3s-%20og%20lj%C3%B3%C3%B0skei%C3%B0_11.html

Added by janegil on December 27, 2010

Comments

Interested 1