Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Í løtuni riggar SvF til “Sjónprát” (Talk-show) í Sjónleikarhúsinum.

Hetta verður studiosending við luttøku av trimum gestum og einum verti.

Sendingin hevur fokus bæði í menniskjanum og evninum, og harvið fáa vit eisini eina indentifikasjón. Verturin spyr fyri hyggjararnar, og sendingin er bæði kunnandi og undirhaldandi.

Endamál: Undir løttum, heimligum og hugnaligum umstøðum at viðgera ymisk persónlig viðurskifti hjá luttakarunum, ið so ella so fascinera hyggjararnar og geva teimum okkurt at hugsa og tosa um og/ella at flenna at.

Málbólkur: Málbólkurin er 25 ár og uppeftir.

Sjangra: “Sjónprát” er ein journalistisk undirhaldssending, tikin upp “live-on-tape”, við 40-50 áhoyrarum.

Innihald: Í hvørjari sending hitta vit tríggjar kendar ella minni kendar persónar, ið ein og ein koma inn í sjónvarpsstovuna at tosa um okkurt áhugavert/forkunnugt/stuttligt, sum hendir í lívi teirra nú ella í næstum ella sum longu er hent. Hvør samrøða er uml. 12-14 min. Gestirnir kunnu eisini gera stuttar viðmerkingar til hvønnannan, har hetta fellur natúrliga inn í prátið.

Longd: 40-45 minuttir.

Geografisk spjaðing: Miðað verður eftir at fáa luttakarar til sendingarnar úr øllum landinum.

Framleiðsla: Talan er (í fyrsta umfari) um eina sendirøð á 4 sendingar. Sendingarnar koma á skíggjan í oktober 2007.

Senditíð: Sunnukvøld kl.20.

Tit, sum hava hug at koma í Sjónleikarhúsið áðurnevndu dagar at verða áskoðari til sendingarnar, vinaliga boðið frá á [email protected] í seinasta lagi mánadagin 3. september. Tit eru vælkomin at bjóða gesti við tykkum. Uml. 50 fólk til hvørt kvøld.

Møtt verður í Sjónleikarhúsinum hálvan tíma, áðrenn upptøkurnar byrja.

Added by janegil on August 30, 2007

Comments

Interested 1