Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Jólanissur, einglar, djór og matrósar í Sjónleikarhúsinum


Í nakrar vikur hevur Sjónleikaraskúlin hjá Hedvig Westerlund-Kapnas og Barbaru Christophersen verið í gongd við fyrireikingarnar til Leikhúsjól.


Nú vit fara inn í desember mánað, er Sjónleikarhúsið komið í veruligt jólahýri. Her eru nissur og einglar, men eisini djór og matrósar. Piparnøtur standa á borðinum, og jólatónleikur hoyrist um alt húsið. Vit eru øll sera spent til jóla!


Uttan at avdúka ov nógv kunnu vit siga frá, at Leikhúsjól í ár fer at sýna onkran gamlan kendan klassikara, men at tað eisini verða nýggir gestir at hitta á pallinum – úr djóraheiminum. Harumframt fara vit at síggja ein leik úr einum landi, har man ikki heldur jól. So tey, sum koma at hyggja eftir Leikhúsjólum í ár, kunnu vænta sær eina fjølbroytta og spennandi skrá við nógvum sangum og tónleiki - Bendar Spónir spæla Live!


Við í Leikhúsjólum í ár eru ikki færri enn 43 leikarar, sum allir gleða seg at fara á pallin í Sjónleikarhúsinum at spæla sjónleik, tónleik og at syngja fyri Føroya fólki.


Frumframførsla av Leikhúsjólum 2007 verður tann 6. desember, og spælt verður til og við tann 20 desember. Atgongumerkjasølan fer fram á Kunningarstovuni í Havn tlf. 302425, so skundið tykkum at keypa atgongumerki, áðrenn útselt verður! Kostnaður 60,-kr


Vit síggjast í Sjónleikarhúsinum!

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2007/leikh%FAsj%F3l/index.htm

Added by janegil on December 1, 2007

Interested 1