á Halsi
Tóroshavn, Torshavn 100

Nú summarkvøldini enn eru ljós, og børnini hava summarfrí, verður høvi hjá øllum stórum børnum (og teimum, ið eru í sambandi við sítt innara barn) at koma á frælsavøllirnar at hugna sær og leika í eina løtu.

Í sambandi við at ÍSF er 70 ár og Fólkaheilsuráðið hevur lýst árið at vera rørsluár, hava feløgini tikið seg saman til ein fagnað við rørslu í miðdeplinum. Tiltakið verður eisini gjørt við tí fyri eyga at vísa, at hóast feløgini varða av ymsum ítróttagreinum, sum vanliga verða íðkaðar ávikavist inni og úti, so hava vit so nógv grundleggjandi í felag, at eitt stuttligt og sosialt samstarv er sjálvsagt. Leikaløtan er eitt pedagogiskt summarinnslag frá nøkrum ítróttafelagsskapum, ið vilja, at børn fáa kensluna av at læra og meistra okkurt, samstundis sum tey hava tað stuttligt og knýta vinabond.

Nógv er á skránni: luftbreytir, forðabreytir, renning, lop, kast, line-dansur v.m. Og tað verður við fullari ferð, at øll sleppa at royna allar støðir á stóra frælsaøkinum.

Official Website: http://www.hvirlan.fo/?p=1755

Added by janegil on July 20, 2009

Interested 1