Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

‘Kyrra´ er eitt dansistykki. Tað er gjørt við íblástri frá bandaðum samrøðum og dagbókum hjá Ernst F. Thomsen, sála. Hann var skipari á føroyskari slupp undir 2. veraldarbardaga.
Jóna Thomsen sigur:
´Eg helt tað verða áhugavert at gera eina framførslu við støði í upplivingum hjá abba mínum. Tað sum bergtók meg mest við hansara dagbókum og bandaðum samrøðum, var, at sjálvt um korini vóru ógvuslig, so var maðurin so eyðmjúkur. Fyri meg stendur hann fyri eina tíð, sum umboðar tí eldru føroysku mentanina og eg helt tað vera spennandi at royna at lýsa hesa tíðina gjøgnum modernaða framførslulist.´
Framførslan er stuðla av "Tórshavn 100 ár" og Norðurlandahúsinum í Føroyum
Í sambandi við framførsluna verður dansistykkið Í brotum eisini víst. Í botum varð koreograferað í vár. Tað er íbirt av ymiskum sálarfrøðiligar definitiónir av orðinum ego.

Koreograferi: Jóna K. Thomsen
Dansarar: Katrin Gunnarsdóttir, Thordis Schramm og Jóna K. Thomsen
Tónleikur: Ólavur Jákupsson

Added by janegil on June 13, 2009

Interested 1