Tórsg. 9
Tórshavn, Torshavn 100

Søgan er um unga sakføraran Arthur Kipps, sum verður sendur avstað at avgreiða búgvið eftir eina konu, ið nýliga er deyð. Hann finnur útav, at deyða konan hevur livað eitt einsamalt lív í einum mystiskum, fjartliggjandi húsum, og at fólk har í bygdini helst vilja sleppa undan at koma nærhendis húsunum, tí tey halda, at ein banning hvílir yvir teimum. Kipps upplivir ymiskt ræðsluvekjandi, meðan hann er í húsunum, og nøkur ár seinni verður hann offur fyri einum sorgarleiki, sum er ein beinleiðis avleiðing av, at hann fór í holt við at granska í lívinum hjá eini deyðari konu. Hetta fylgir honum sum ein marra í fleiri ár.

Official Website: http://www.tjodpallur.fo/Default.aspx?ID=156

Added by janegil on March 11, 2009

Interested 1