Løgmannabreyt
Hoyvík, Torshavn 188

Við vælumtókta jogalæraranum Auði Bjarnadóttir og Hildur Eyðunsdóttir, sum er undir útbúgving.

Kundalini-joga er máttmikil joga, sum byggir upp styrki og orku, stimbrar kertlalagið og fær javnvág í øll orkustøðini. Vit kenna, at strongdin minkar, og at viljastyrkin og lívsgleðin mennast.

Kroppurin er frálíkur lærari, og við at gera jogavenjingar stuðla vit upp undir javnvág og vælveru í gerandisdegnum. Tá ið vit eru í javnvág er lættari at klára avbjóðingar og liva í sátt við okkum sjálv og øðrum. Joga venjingarnar styrkja kroppin og úthaldni. Joga gevaur eyka lívsorku, og stimbarar skapanargleðina og tilvitanina um løtuna. Aldargamla jogafrøðin hevur í túsund av árum hjálpt fólki til at hava tað gott í gerandisdegnum.

Kostnaður kr. 400,- fyri ein dag og kr. 650,- fyri tveir dagar.
Tilmelding: [email protected] ella tel. 511606

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=167967519907986

Added by janegil on December 30, 2010

Interested 1