Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Sum kunnugt ger enski gentlemaðurin Phileas Fogg eitt veddimál við vinir sínar um, at hann kann ferðast kring allan knøttin í 80 dagar. Jarnbreyt er bygd gjøgnum India og Amerika, og dampskip ferðast yvir heimsins høv, Suez kanalin er grivin...stutt sagt, heimurin er tódnaður.

Men alt er ikki so beint fram sum í ensku ferðaskránni hjá Phileas Fogg.
Við sær hevur hann tænaran Passepartout og í hølunum njósnaran Mr Fix frá Scotland Yard, sum er sannførdur um, at Phileas Fogg er bankaránari. Og mitt í indiska frumskóginum hittir Mr. Fogg indisku prinsessuna Mrs. Aouda.

Leikritið er ein modernaður speileikur frá 1970’unum, sum ger gjøldur burturúr snævurskygni.
Næmingarnar í “bólki 2” í sjónleikarskúlanum hava spælt sær við improvisatiónum, ymiskum myndum og modernaðum málburði, og dentur verður lagdur á sjálvt spælið við so smáum hjálpitólum sum til ber. Samstundis hava næmingarnir lært heilt nógv um heimskortið, okkurt um stættasamfelagi og kynsleiklutir síðst í 19. øld.

Gjøgnum leikin verða klaververk eftir Frédéric Chopin spæld, sum leggja dent á huglagið í hvørjari pallmynd sær.

Leikararnir hava gingið til sjónleik eitt ella tvey ár, og teir eru millum 9 og 14 ára gamlir.

Lærari er Hedvig Westerlund-Kapnas.

Atgongumerki fáast við dyrnar og kosta 30 kr. Leiklongdin er uml. 30 minuttir.

Official photo by Helena Dam Poulsen

Added by janegil on June 11, 2008

Interested 1