Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini eftir Thorbjørn Egner
Heystið í ár er fyri børnini!

Havnar Sjónleikarfelag er farið undir at seta upp barnaleikin “Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini” eftir Thorbjørn Egner.

Søgan um Klintrimús, Skógmús-Mortan, Bamsu-Pól, Mikkjal Rev og øll hini dýrini er sjónleikur fyri tey minstu, men eisini størri børn – og foreldur ikki minst – eiga at geva sær sjálvum møguleikan at síggja henda leik, sum á einklasta hátt fortelur okkum, at vit skulu vera góð við hvønn annan.

Sjálvur sigur Thorbjørn Egner: "Í Valbakkaskóginum finur tú eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum."

Flestu vaksnu kenna søguna frá frálíka barnaútvarpsleikinum frá 1970’unum, og mong vóru tey, sum glað leitaðu til Kvívíkar at síggja leikin.

Venjingar eru byrjaðar og er tað Egi Dam, sum leikstjórnar. Fyrsta sýning verður eftir ætlan seinst í oktober.

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2008/valbakka/index.htm

Added by janegil on September 19, 2008

Comments

janegil

Sýningarnar til 14. desember: Útselt

janegil

Sýningarnar til 14. desember: Útselt

janegil

Utsolgt til og med 8.februar.

Interested 1