Vágsbotn
Tórshavn, Torshavn 100

Dómsnevndin í kappingini Klæði, ið skapa føroyingin Katrin Bonde, Anna Mortensen og Katrina í Geil, hevði gjørt eina yvirskipaða meting, ið eisini var ein frágreiðing um, hví eingin fyrsta virðisløn varð latin. Metingina førdu tær fram sum eina felags talu.

Talan var soljóðandi:

”At hava eina kapping innan føroyskan samleika við føroysku klædnaeyðkennunum sum arbeiðsøkið er bæði spennandi og harliga tiltrongt. At Tórshavnar Kommuna saman við Randi Vang og Jónhild Johannesen hava orðað, skipað fyri og sett fram hesar virðislønir eru vit bæði sum føroyingar og sum fakfólk, við visuellum samleika sum økið, sera takksom fyri. Saman hava uppgávulýsingin, tilgongdin og virðislønirnar lagt eitt høgt støðið, har tað ikki er løtuverk at skapa og virka tvey sett og samstundis loysa uppgávuna.

At skapa og virka pløgg er bæði visuelt og handaligt, men tykist hetta økið at vera bæði undirmett og undirment í Føroyum.

Tað er og verður ein farin tíð, tá neyð bókstaviliga lærdi nakna kvinnu at spinna, ein tíð, tá maður og kvinna arbeiddu saman og løgdu sítt besta í at virka úrdráttin so væl sum gjørligt. Tá varð mett um dugnaskap og hegni hjá einstaklinginum eins og lært varð frá sær, so bæði vitan og royndir ikki fóru fyri skeyti. Hetta menti støðið og úrdráttin, og tann sum tók við læru stóð bara sterkari við tí nýggju vitan, hann á henda hátt fekk.

Tað er í hesum andanum ein samd dómaratrio við bestu sannføring hevur gjørt úrskurð og viðmerkingar til ymsu settini, sum luttakararnir hava latið inn til kappingina. Hvør í sínum lag hava tey arbeitt seg fram til eina loysn uppá uppgávuna. Her liggja nógvar royndir, tankar og tímar aftanfyri tey einstøku settini, og er tað í hvørjum einstøkum føri alla æru vert. Tó vilja vit sum dómarar visa á, at tað tykist sum tann neyðuga kanningin og analysan av teimum økjum, sum uppgávan setur fram, í nógvum førum væntar. Hetta er bæði í mun til klædnaeyðkenni, samleika og eina greiða vision.

At kopiera er ikki tað sama sum at skapa og liggur ein heilt onnur vitan og aðrar royndir aftan fyri,og vildu vit fegnar sæð fleiri boð uppá nýhugsan innan nýtslu av klædnaeyðkenni føroyinga. Júst klædnaskapan og -handverk hevur áhugan og er gerandishandverkið hjá nógvum føroyingum. At leggja upp til menning av vitan og royndum innan hetta økið, har fokus verður sett á at hugsa sjálvstøðugt, at taka sær tíð at eksperimentera, at fara út á tað djúpa, har ongin annar skilur teg, og harfrá kunna geva eitt boð uppá uppgávuloysnina, er bæði visionert, viðkomandi og læruríkt fyri flest allar føroyingar.

At síggja onnur duga og tora, ger tað lættari hjá einstaklinginum at gera tað sama. Vitan og arbeiðshættir á einum øki viðførir øðrvísi hugsunarhátt og loysnir á øðrum øki. Vit hava vitanina latenta í landinum, vit eru frá gamlari tíð kend fyri gott handverk og just á hesum økinum kunnu vit skapa nakað í heimshøpið autentiskt og serstakt og samstundis menna tilvitan og tilvitsku hjá tí einstaka.

Vónandi verður hetta ikki einastu ferð, ein so visioner kapping verður útskriva, men heldur gerst ein afturvendandi táttur. Og vónandi verður okkara úrskurður og kritikkur loftaður soleiðis, at saman við teimum virðismiklu royndum, sum luttakarin í arbeiðnum við hesi uppgávuni hevur gjørt sær, aftur er til dystin fús næstu ferð.

Tó verður ynski sett fram um, at boða verður frá kappingini í góðari tíð, møguliga hálvt til eitt ár frammanundan, so fólk kunnu seta tíð av at loysa rúgvismiklu uppgávuna. Sjálv uppgávuorðingin kann tó almannakunngerast við hesi somu tíðarfreist, fimm mánaðir.”

Eftir taluna vóru tey 11 verkini sýnd fram og mett av dómarapanelinum og síðani vóru virðislønirnar givnar – allar, uttan hin fyrsta, áljóðandi 25.000 krónur, sum ikki varð givin.

Snópisligt, hildu fleiri, meðan onnur hildu hetta verða eina góða avbjóðing og tiltrongda áeggjan. Ella sum frásøgumaðurin og samskiparin av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu segði, tá hann at enda tók saman um:

“Av øðrum trini í næsthægstu føroysku tekstiltrappuni anno 2009, fari eg at ynskja tykkum, ið hava vunnið, til lukku og takka tykkum øllum, sum so trúliga hava verið við og latið spennandi verk inn til bæði mann og kvinnu í føroyskum framtíðarbúnað. Nú er høvið at skoða modellini og tey verk, tey bera uppi á sær hesa sjáldsamu løtu, sum aldri kemur aftur. Grípið dagin, grípið løtuna og njótið føroysku búnarnar og kjakið, sum neyvan verður einki. Júst tað er endamálið og kjarnuvirðið í og við sannari list; at gera mun, bjóða av og skapa kjak. Saman flyta vit tá mørk og saman verða vit tá sum hundrað!”

Official Website: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=1685

Added by janegil on August 22, 2009

Interested 1