Vegurin Langi
Hoyvig, Torshavn 188

H 71 Stuðlar ynskja á henda hátt at takka hjartaliga fyri stuðulin í brátt farna ári.
Jólahaldið verður í Hoyvíkshøllini mánadagin tann 21. desember 2009 frá kl. 17 til umleið kl. 19.
Frá kl. 17 og umleið ein tíma fram verður ein hugnaløta, har vit fara at dansa um jólatræið, vit fáa jólamenn á vitjan við pakkum til børnini og møguleiki verður at fáa sær kaffi, te, sunkist og køkur.
Aftaná hugnaløtuna verða hondbóltsdystir, har nøkur barnalið fara at spæla hondbólt ímóti foreldrum.
Tú kanst bjóða systkjum, foreldrum, ommum og abbum við.
Vit vóna at síggja nógv fólk í høllini. Tey vaksnu gjalda kr. 30,-.
Vaksin og børn skulu vera í ítróttarskóm og klár til ein dyst um neyðugt.
Vit ynski um eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.

Official Website: http://www.h71.fo/Default.aspx?ID=2

Added by janegil on December 15, 2009

Interested 1