Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Heimskenda Dukkuteatrið í Tallinn, Eesti Nuku- ja Noorsooteater, kemur nú til Føroyar at framføra ein dukkuleik – á føroyskum.

Leikurin ber heitið “Johnny og sjey vinir hansara”. Hetta er ein søga, um ein drong sum er so glaður fyri sunnudagin. Hann fer at leita eftir hesum degi, fyri at spyrja um tað ikki altíð kann verða sunnudagur. Á leiðini møtir hann øllum hinum vikudøgunum, og lærir at hvør dagur hevur sítt at bjóða.

Leikurin er fyrst og fremst ætlaður børnum sum eru 5 til 7 ár, men øll eru sjálvsagt vælkomin.

Framførslur verða:
Mánadagin 20. sep. kl. 11.00 kl. 14.00
Týsdagin 21. sep. kl. 09.00 kl. 11.00 kl. 14.00 kl. 17.00
Mikudagin 22. sep. kl. 09.00 kl. 11.00 kl. 14.00 kl. 17.00

Kostnaður: børn kr. 40,-  vaksin kr. 50,-.
Tilmelding umvegis teldupost: [email protected] Ikki seld atgongumerkir verða seld við dyrnar ein tíma undan sýning. Eru spurningar, ring til 517772

Í samband við dukkuleikin, verður eisini skipað fyri workshop hósdagin 23. september. Her koma tit at síggja hvussu leikurin "Johnny og sjey vinir hansara" verður spældur aftanfyri leiktjaldið. Eisini koma tit at síggja nógv ymisk leikkynstur innan dukkuleik, og fáa nærri frágreiðingar innan hetta yrkið.

Workshop verður hósdagin 23. september kl 9.00 - 11.00.
Kostnaður fyri hvønn: kr. 500,-. 
Tilmelding umvegis teldupost: [email protected]

Official Website: http://www.nuku.ee/est/theatre/news/115-eesti-nuku-ja-noorsooteater-annab-kuemme-kuelalisetendust-faeaeri-saartel.html

Added by janegil on September 20, 2010

Interested 1