Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

Rithøvundurin Dánial Hoydal hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina hjá sær til ein leik, ið er fyri øll í aldursbólkinum 4 til 104. Tjóðpallur Føroya fekk hugskotið at gera barnabókina um til leik stutt eftir, at hon kom út í 2002. Saman við kenda íslendska leikstjóranum Ágústu Skúladóttir fekk Dánial Hoydal hugskotið at gera tað til ein leik við nógvum sangum , tí orðaspælið í bókini leggur upp til tónleik. Kim Hansen játtaði at gera tónleikin og fer saman við Magnus Johannesen og Brandi Jacobsen at framføra hann á palli saman við sjónleikarunum.
Tað verður ein sera øðrvísi sýning, tí Agústa Skúladóttir er von at gera sera livandi framførslur, har klóvnakeipur og skemt eru berandi innihald. Royndi leikarahópurin, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Biritu Mohr, Riu Tórgarð, Gunnvu Zachariassen, Riu Tórgarð, Petur Meinhard E. Andersen , Rakul Thomsen og Gutta Winther sleppur tí av álvara at royna seg við øru keipunum hjá løgnu skapningunum úr Geyma.

Handan pallin hevur Ágústa Skúladóttir tvær aðrar royndar kreftir úr Íslandi, pall sniðgevan Guðrun Øyahals og búna sniðgevan Katrin Þórvaldsdóttir, umframt ljóssnigevan Árna Baldvinsson. Leikurin er ein stór verkætlan fyri Tjóðpall Føroya og verður samstundis fyrsta framførsla í nýggju Athøllini hjá Norðurlandahúsinum.

Official Website: http://www.nlh.fo/00001/00415/

Added by janegil on November 14, 2008

Interested 1