Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

Kann ein góðtaka menningarlæruna og tó trúgva tí, sum stendur í 1. Mós. um skapan heimsins? Er menningarlæran veruliga í andsøgn við kristna skapanarlæru - ella eru tær tvær ymiskar, komplementerandi lýsingar av sama veruleika? Hvussu kann menningarlæran ríka um kristna trúgv og gudfrøði? Hvussu kann ein høgt virdur vísindamaður vera trúgvandi?

Fyrilestrarhaldarar á “Hvør skapti blómurnar?” verða:

Prof. R.J. Berry er millum hægst virdu lívfrøðingarnar og genetikkararnar í Bretlandi. Hann hevur verið formaður í Linnean Society, British Ecological Society, European Ecological Federation og Christians in Science, og hevur skriva nógvar bøkur um genetik, lívfrøði, økologi og um sambandi ímillum trúgv og vísind.

Prof. Niels Henrik Gregersen er ímillum teir fremstu teinkjararnar í næstu generatiónini av gudfrøðingum, sum serliga viðgera sambandið ímillum trúgv og vísindi. Hann las undir víðagitna týska gudfrøðinginum Wolfhart Pannenberg og hevur skrivað og ritstjórnað ein hóp av bókum um trúgv og vísind. Hann var við til at stovna International Society for Science and Religion og var í fleiri ár næstformaður í European Society for the Study of Science and Theology.

Poul Guttesen, phd., bleiv doktari í gudfrøði á lærda háskúlanum í St. Andrews, har hann skrivaði ritgerð um nýtsluna av Opinberingini í gudfrøðini hjá Jürgen Moltmann. Eftir lokna útbúgving undirvísti hann í Sveis í nøkur ár, men seinastu tvey árini hevur hann verið í Føroyum, har hann umframt undirvísing og prædiku í samkomum, hevur arbeitt á læraraskúlanum. Poul er serliga áhugaður í bíbilugranskan og nýmótans gudfrøði.

Official Website: http://www.dialogos.fo/?page_id=17

Added by janegil on February 19, 2009

Interested 1