við Áir 1
Hvalvík, Streymoy 430

Leygardagin tann 17. september 2011 millum kl. 14.00 og 18.00 verður hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum.
Øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið at síggja húsini á støðini. Søvn Landsins hevur áhuga í at fáa amboð, skrivligt tilfar, myndir, kort, tekningar og annað í varðveitslu, sum sigur frá søguni á hvalastøðini.

Hvalastøðin við Áir er tann einasta av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum vóru fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Tær flestu vóru norskar. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir.

Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.

Official Website: http://www.fornminni.fo/00006/00492/

Added by janegil on September 15, 2011

Interested 1