Oyggjarvegur 45
Tórshavn, Torshavn 100

Hóast summarið er av, og kuldin er við at fáa fótafestið, so er týdningarmikið at halda fram við at røra seg, tí at likam og sál hava uppiborið at styrkja seg úti í flottu føroysku náttúruni. Tí skipar Hvirlan fyri motiónsrenning við Hotel Føroyar leygardagin 26. november.

Motiónsrenningin byrjar á parkeringsplássinum við Hotel Føroyar kl. 14.00, og so verður runnið á ríðibreytini og á gøtunum í flottu náttúruni har um leiðir. Tað eru tríggir ymiskir teinar ein kann royna seg á. Hesir eru 1,2 km, 5,5 km og so tann langi teinurin, sum er 9 km. Allir byrja og enda við Hotel Føroyar.

Øll sum gjøgnumføra ein av teinunum eru við í lutakastinum um:
Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum
Jóladøgurði fyri 2 á Áarstovu
Jóladøgurði fyri 2 á Hvonn Brasserie
1 gásakrov til jólar
1 lambstjógv
Armleinkja frá Niels L. Arge
Gávubræv frá Siri

Kostnaður fyri luttøku er 50,- fyri vaksin og 20,- fyri børn 12 ár og yngri. Tilmelding kemur á www.renn.fo. Goldið verður tá numrini verða avheintað áðrenn start á parkeringsplássinum við Hotel Føroyar. Til ber eisini at melda til á startinum millum 13:00 og kl. 13:30.

Umframt ein góðan rørslutúr fyri likam og sál, fær tú eina hugnaliga uppliving í vakrari náttúrðu við bleytum lendi og frískligari luft.

Øll, bæði børn, vaksin og eldri fólk eru hjartaliga vælkomin.

Ítróttafelagið Hvirlan.

Official Website: http://www.hvirlan.fo/?p=4598

Added by janegil on November 21, 2011

Interested 1