Vegurin Langi
Hoyvig, Torshavn 188

Added by janegil on February 4, 2008

Comments

janegil

Fra http://h71.fo/:

H71 - Kyndil, 20-25

Ein dystur í unglingadeildini hjá monnum var í Hoyvíkshøllini týskvøldið kl. 19.00. Unglingarnir hjá H71 tóku ímóti Kyndli.

Leygardagin spældi besta liðið hjá okkum ein út av lagi vánaliga dyst. Tíverri mugu vit staðfesta at hetta vánaliga lagið framvegis ikki er farið framvið. Dysturin í kvøld byrjaði annar væl og tað sá lovandi út eina løtu (5-10 min.), men skjótt tók at bera skeivan veg. Kyndil spældi støðugt betri enn okkara menn, sum hvør sum ein tóktust at hava fingið skeiva beinið úr songini. Spælið var lítið ágangandi, manglaði hugflog og ein rúgva av vánaligum skotum. Til okkara verju skal sigast at kyndilsmálverjin stóð ein góðan dyst.

Dysturin endaði við einum 5-máls sigri til Kyndil, sum til tíðir var heili 9 mál frammanfyri. Úrslitið var sera óheppi, tí Neistin vann sannførandi á StÍF og liggur nú á odda í kappingini við sama stigatalið sum H71, men við tveimum málum fleiri samanlagt.

Interested 1