Official Website: http://www.uf.fo/hsf/hallir.asp?holl=7&dato=20-01-2008&submit=V%EDs+dystir
Added by janegil on January 18, 2008
Neistin vant 26 - 23. Hatta kunnu vit gera betur, tíbetur Neistin-H71, 26-23 (15-13) Tíverri eydnaðist ikki okkara monnum at vinna dystin í dag. Neistin vann 26-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-13. Dysturin var ógvuliga linligur og onki av liðunum kom nakrantíð orduliga í gongd. Fyrri hálvleikur leikaði javnt á, og hálvleiksstøðan 15-13 til Neistan kundi líka so væl verið til H71. Hesa støðuna hava vit sæð oftani fyrr í ár , og roknast kundi tí við, at H71 fór at fáa spælið at koyra betur í seinna hálvleiki. Tíverri broyttist einki eftir steðgin, liðið helt fram á sama hátt og tendraði ongantíð. Málmunurin gjørdist trý mál, vit brendu 4 brotskøst, og gjørdu eina rúgvu av 'sløs'- og tekniskum feilum. Samanumtikið eitt sera keðiligt tap, tí spælið hjá mótstøðuliðnum var einki at reypa av. Høvdu vit bara spælt ein miðalgóðan dyst høvdu vit havt tvey stig í dag. Støðumyndir: 13 min: 5-7, 22 min: 10-10, 30 min: 15-13, 41 min: 17-17, 54 min: 22-21, 60 min: 26-23 Flest mál: Dánjal Torgarð: 6 Reyð kort: H71: 1, Neistin: 1
janegil
Neistin vant 26 - 23.
Hatta kunnu vit gera betur, tíbetur
Neistin-H71, 26-23 (15-13)
Tíverri eydnaðist ikki okkara monnum at vinna dystin í dag. Neistin vann 26-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-13.
Dysturin var ógvuliga linligur og onki av liðunum kom nakrantíð orduliga í gongd. Fyrri hálvleikur leikaði javnt á, og hálvleiksstøðan 15-13 til Neistan kundi líka so væl verið til H71. Hesa støðuna hava vit sæð oftani fyrr í ár , og roknast kundi tí við, at H71 fór at fáa spælið at koyra betur í seinna hálvleiki. Tíverri broyttist einki eftir steðgin, liðið helt fram á sama hátt og tendraði ongantíð.
Málmunurin gjørdist trý mál, vit brendu 4 brotskøst, og gjørdu eina rúgvu av 'sløs'- og tekniskum feilum. Samanumtikið eitt sera keðiligt tap, tí spælið hjá mótstøðuliðnum var einki at reypa av. Høvdu vit bara spælt ein miðalgóðan dyst høvdu vit havt tvey stig í dag.
Støðumyndir:
13 min: 5-7, 22 min: 10-10, 30 min: 15-13, 41 min: 17-17, 54 min: 22-21, 60 min: 26-23
Flest mál: Dánjal Torgarð: 6
Reyð kort: H71: 1, Neistin: 1