Sanatoriivegur 1
Hoyvig, Torshavn 188

Til øll feløg, sum hava lið í G og D 17: Hondbóltsgalla fyri gentur 17 og dreingir 17.

H71 hevur avgjørt at skipa fyri galla-tiltaki fyri G og D17 í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum tann 15. mars í ár.

Ætlanin er at skipa tiltakið líka sum tað eisini hevur verið gjørt seinastu árini hjá teimum vaksnu. Hetta merkir m.a., at spælararnir í teimum ymisku feløgunum skulu melda seg til áðrenn og verða galla-klødd. Borðreitt verður við trimum rættum, og aftaná borðhaldið verður dansur.

Harnæst verða ársins leikari, besti málskjútti, ársins málmaður, ársins venjari og møguliga ársins stjørnuskot kjósa. Vinnararnir verða, eins og í teimum vaksnu deildunum, funnir við, at hvørt lið (tvs. a og b) fær eina atkvøðu til hvørt heiti, eins og venjararnir hjá teimum einstøku liðunum hava eina atkvøðu hvør. Tað er ikki loyvt at atkvøða fyri einum av sínum egnu. Eitt steyp verður latið til hvønn vinnara.


Orsøkin til at vit hava valt at skipa fyri hesum tiltakinum er, at hesin aldursbólkurin ofta er fyri sviðusoð, tá feløgini annars skipa fyri líknandi tiltøkum. Í H71 skipa vit m.a. fyri jólahaldi og familjudegi fyri børnunum og teirra foreldrum á hvørjum ári, eins og vit eisini hava eina ársveitslu fyri tey vaksnu (yvir 18 ár). Tey sum spæla við G og D 17 ár eru ikki børn og heldur ikki (heilt) vaksin. Tað er tískil ikki reiðiliga nakað tiltak, sum vendir sær beinleiðis til teirra.


Harnæst vilja vit fegin verða við til at skipa fyri tiltøkum, sum møguliga kunnu menna um hondbóltin í Føroyum sum heild. Tað er ofta í seinnu helvt av tannárunum, at ungdómurin steðgar við at íðka ítrótt ella í øllum førum velja tey sær tá kanska einans eina ítróttargrein millum tær ítróttargreinirnar, sum tey hava gingið til. Tað hevur tíanverri víst seg, at tað ofta er hondbólturin, sum verður valdur frá í hesum árunum, og er hetta ein vanlagna fyri føroyskan hondbólt. Við galla-veitsluni og teimum titlunum í ætlanin er at kjósa á hesari, vóna vit at kunna verða við til at geva teimum ungu nakað at síggja fram til og kempa fyri.

Official Website: http://h71.fo/Default.aspx?ID=65

Added by janegil on March 15, 2008

Comments

janegil

Dette var den første årlige GD17 Galla, men det kan umulig bli den siste!

Interested 1