Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Filmurin “Gatas Gynt” er ein annarleiðis filmatisering av “Peer Gynt” hjá Henrik Ibsen.

Filmsleikstjórin Hallvard Bræin fekk hugskotið til filmin og setti seg í samband við Njál Djurhuus, sum beinanvegin segði ja til at luttaka í hesum gevandi projekti.
Allir leiklutir eru spældir av heimleysum rúsmisnýtarum, sum Frelsunarherurin í Oslo hevur samband við ígjøgnum sína rúsumsorgan.
Kombinatiónin av vísdómi Ibsens og tulkingin hjá leikarunum, væl leikstjórnað av Hallvard Bræin, ger sýningina sera hjartanemandi. Filmurin er bygdur yvir 5. akt av “Peer Gynt” hjá Henrik Ibsen.
Tað er, tá ið Peer møtir sìnum lívslygnum og stendur heilt einsamallur, hesin sjálvsdyrkandi keisarin, sum skuldi ráða yvir allari verðini, blívur úrlatin og má taka uppgerðina við seg sjálvan, áðrenn hann finnur sína náði, sín kærleika.
Møti millum orð Ibsens og sjónleikararnar er ein uppliving av teimum stóru.

Í filminum eru eisini dokumentarisk brot, har vit fáa innlit í lívið hjá leikarunum.

Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar ein tíma undan sýning.

Added by janegil on June 14, 2008

Interested 1