Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Filmurin Gatas Gynt til Føroyar

Eitt serliga hugtakandi og tankavekjandi tiltak verður í Sjónleikarhúsinum hósdagin tann 5. juni kl. 19.
Filmurin “Gatas Gynt” verður frumsýndur hetta kvøld. Sostatt er Føroyar næsta landið, sum fær gleði av filminum.
Hann varð sýndur á stórskýggja sum útisýning á einum stórum torgi í Oslo fyrr í ár, og Haraldur kongur var millum áskoðararnar, sum upplivdi heimleysar rúsmisnýtarar spæla Ibsen.

Filmurin “Gatas Gynt” er ein annarleiðis filmatisering av “Peer Gynt” hjá Henrik Ibsen.

Fimsleikstjórin Hallvard Bræin fekk hugskotið til filmin og setti seg í samband við Njál Djurhuus, sum beinanvegin segði ja til at luttaka í hesum gevandi projekti.
Allir leiklutir eru spældir av heimleysum rúsmisnýtarum, sum Frelsunarherurin í Oslo hevur samband við ígjøgnum sína rúsumsorgan.
Kombinatiónin av vísdómi Ibsens og tulkingin hjá leikarunum, væl leikstjórnað av Hallvard Bræin, ger sýningina sera hjartanemandi. Filmurin er bygdur yvir 5. akt av “Peer Gynt” hjá Henrik Ibsen.
Tað er, tá ið Peer møtir sìnum lívslygnum og stendur heilt einsamallur, hesin sjálvsdyrkandi keisarin, sum skuldi ráða yvir allari verðini, blívur úrlatin og má taka uppgerðina við seg sjálvan, áðrenn hann finnur sína náði, sín kærleika.
Møti millum orð Ibsens og sjónleikararnar er ein uppliving av teimum stóru.

Í filminum eru eisini dokumentarisk brot, har vit fáa innlit í lívið hjá leikarunum.

Aftaná sýningina verður pallborðsfundur. Í pallborðinum sita Njál Djurhuus, majorur, Hallvard Bræin, filmsleikstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri, Pál Weihe, yvirlækni og Magni Garðalíð, sum starvast í Herberginum. Poul Jákup Thomsen, ráðgevi, verður orðstýrari.

Tað er Elin Karbech Mouritsen, sjónleikari, sum hevur staðið fyri tiltakinum.

Almenn sýning verður hósdagin 5. juni kl. 19 í Sjónleikarhúsinum.

Áðrenn sýningina spælir hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í Havn uttanfyri.

Atgongumerki á 100 kr fáast á Kunningarstovuni í Havn tlf. 312425

Allur ágóðin av sýningini fer til Herbergið. Í hesum sambandi verður jólagrýtan hjá Frelsunarherinum sett fram í gongini í Sjónleikarhúisnum, har fólk hava møguleika at lata eina gávu.

Added by janegil on June 3, 2008

Comments

janegil

A good movie version of Peer Gynt. Not good in spite of the actors being junkies, or because of it. Simply good.

They did not twist the story to be about junkies, not more than Ibsen's text always was about junkies.

The question raised by the existence of this film: How can people who are regarded as useless, make such a good movie? Even when their text reading is poor, they play well.

Oslo's underground works well as a dystopic backdrop.

My only disappointment is that that Knappestøperen (the button moulder) never got his welder's goggles.

Interested 1