Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Nú stundar av álvara til jóla, og aftur í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum jólaleiki. Hesuferð er talan um ein nýskrivaðan føroyskan jólaleik, sum er fyri bæði børn og vaksin.

Jólaleikir eru vanliga fyri børnini – og tað er hesin eisini – men leikurin setur eisini okkum vaksnu nakrar viðkomandi spurningar. Tí hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera perfekt? Og hvussu eru tey perfektu jólini? Eru jólini vorðin so kommerciell, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini?

Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?

Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!

Leikurin verður sýndur hesar dagar:
Mikudagin 12. desember kl. 18.00
Hósdagin 13. desember kl. 18.00
Fríggjadagin 14. desember kl. 18.00
Leygardagin 15. desember kl. 18.00
Sunnudagin 16. desember kl. 18.00
Mánadagin 17. desember kl. 18.00
Týsdagin 18. desember kl. 18.00
Mikudagin 19. desember kl. 18.00
Hósdagin 20. desember kl. 18.00

Atgongumerki á 50 krónur fáast í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.

Added by janegil on December 9, 2012

Comments

Interested 1