Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Listabólkurin FØRKA hevur sítt fyrsta tiltak í Sjónleikarhúsinum hin 20/10-2010 kl.:19.37

Hetta er ein forvitnislig installatión við málningum, upplestri av yrkingum o.ø..

Av tí at hetta ikki er eitt heilt vanligt tiltak, men stimbrar sansir okkara á ein heldur øðrvísi hátt,
hava vit valt einans at sleppa 17 gestum inn í senn, so øll kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt.

Vit bjóða tykkum at vera vælkomin til hetta tiltakið, sum er tað fyrsta av sínum slag, og sum kemur at verða hvørt kvøld í tíðarskeiðinum 20/10 - 31 /10.

Atgongumerkir á 117,- kr. kunnu keypast í Sjónleikarhúsinum frá 18 /10 kl.:18.30 ella bíleggjast á tlf.: 226570... ella á Facebook

FØRKA er nýstovnaður listabólkur, sum hevur í hyggju at skipa fyri øðrvísi, nýskapandi tiltøkum, har bert hugflogið setur mørk.

Í bólkinum eru: Anna Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Ellindur Egilstrøð og Jónvá Danielsen

Official Website: http://www.facebook.com/#!/event.php?eid=151886504830388

Added by janegil on September 4, 2010

Comments

janegil

涼子

Interested 1