Gundadalur
Tórshavn, Torshavn FO-100

Nú ræður um at finna renniskógvarnar fram, tí leygardagin 15. september kl. 16.00 verður aftur skipað fyri tí árligu Fólkaheilsurenningini. Sum nakað nýtt verður tað í ár skipað fyri Fólkaheilsurenning sama dag í Havn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri og Vágum.

“Tað er frálíkt, at vit aftur í ár kunnu endurtaka væleydnaða tiltakið við Fólkaheilsurenningini. Eg eri sera glaður fyri, at dillan við at renna, ganga ella bara røra seg meira, vindur uppá seg um alt landið”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum - yngri sum eldri - eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin; mest umráðandi er at vera við.

“Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.

Official Website: http://athletics.fo/tilmelding/page94/page95/page95.php

Added by janegil on September 10, 2007

Interested 1