Tórshavn
Tórshavn, Torshavn 100

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7 km. og børn, fødd í 1995 - 2001, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Gentir og dreingir - føðiár frá og við 1995-2001, renna 1,8 km.
Kvinnur og menn - føðiár frá og við1963-1994, renna 7 km
Veteranar kvinnur og menn - føðiár til og við 1962, renna 7 km

Official Website: http://www.athletics.fo/?p=504

Added by janegil on March 27, 2008

Interested 1