Eiði
Eiði, Eysturoy

Flaggdagin 25. apríl er vanligt at gera nógv burtur úr á Eiði. Í ár verður einki undantak gjørt í so máta.

Hesaferð er talan um eitt flaggdagshald og eina framsýning, har ein lýsir ta gomlu tíðina, nútíðina og hyggur inn í framtíðina, sigur Tom Joensen, sum er leiðari á kvøldskúlanum.

Byrjað verður annars við skrúðgongu kl. 13:30, har ítróttarfólk og skúlabørn fara úr Múlavík og heim á Vaglið. Her fer løgtingsmaðurin, Andreas Petersen at halda flaggrøðuna. Hesum tiltakinum stendur Eiðis Bóltfelag fyri.

Eftir tað verður kaffisøla og køkutombola í skúlanum. Samstundis við hetta – og sum nakað heilt nýtt - fara dagsins næmingar í Eiðis kvøldskúla og Eiðis skúla at sýna fram handaligar lutir. Henda framsýningin er opin frá kl. 15 til 18. Her er talan um eina forvitnisliga framsýning við støði í teirri gomlu tíðini, við millum annað ymiskum sum er fingið úr ull.

Í fleiri ár hevur Bláa Pakkhús verið nýtt sum vevstova hjá kvøldskúlanum. Eitt úrval av tí, sum her er fingið frá hond í vetur, verður somuleiðis sýnt fram.

- Tað eru ikki hissini avrik, sum síggja dagsins ljós á hesum staði, sigur Tom Joensen.

Í vetur hevur ein rúgva av fólki, bæði av Eiði og úr øðrum bygdum, gingið til teldulæru. Hesi hava eisini ætlanir um okkurt í framtíðini.
Lagt er tí upp til ein sera spennandi flaggdag á Eiði komandi mikudag.

Official Website: http://portal.fo/?lg=38294

Added by janegil on April 23, 2007

Interested 1