Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Mítt lív sum apukattur
Eitt sindur um: HVÍ – HVAT – HVUSSU – HVAR OG NÆR

Eyðun sigur: Hetta er eitt SHOW, sum er evnað til og leikt av mær sjálvum – um meg sjálvan.

Meira ego-centriskt kann tað næstan ikki verða.
”Og hvat rakar hatta meg?” spyr kanska onkur.

Handa spurningin havi eg eisini sett mær sjálvum – aftur og aftur. Uttan at hava funnið eitt nøktandi svar, eri eg komin til tað niðurstøðu: EG KANN IKKI LATA VERA. Og kanska er hetta netupp svarið. So má svíða sum svøllur.

Við øðrum orðum:
EG FARI Á PALLIN, AT BRÚKA MEG SJÁLVAN TIL AT ROYNA AT LÝSA MÍNA FASINATIÓN AV LEIKLISTINI ÍGJØGNUM EITT HAMPULIGA LANGT LÍV!!!

Um HVÍ? HVAT? HVUSSU? HVAR? og NÆR?

HVAR? Í Føroyum! Ja! Har havi eg verið so heppin at uppliva, at áhugin fyri LEIKLISTINI hevur djúpar røtur NÚ OG HER. Eisini havi eg bæði lisið og frætt og funnið útav, at hesin áhugin hevur røtur her á landi langt, langt aftur í tíðina.

Henda sýning fer m.a. at snúgva seg um: frá, tá ið eg á fyrsta sinni, sum seks ára gamal, sá ein sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1944, og fram til í dag. Eitt tíðarskeið ið fevnir útvið 70 ár.
Um sjónleikalívið í 1952, - tá ið eg fyri fyrstu ferð leikti á pallinum í Sjónleikarhúsinum og fram til 1979 - og eg síðani fór at fjakka sum frælsur leikari og leikstjóri í leiklistaheiminum.

Innihaldið rúmar mínar egnu upplivingar. Frásagnir. Hugleiðingar. Sjónleikasøgu úr Havn síðani 1917.

Og hitt um: HVÍ – HVAT og HVUSSU eg valdi EITT LÍV SUM ”APUKATTUR”!!!?

Sýningar í Sjónleikarhúsinum:
Fríggjadagin 23/11 kl. 19.30
Leygardagin 24/11 kl. 18.00
Sunnudagin 25/11 kl. 18.00

Atgongumerkir á kr. 150,- fáast í Kunningarstovunim á [email protected] ella við dyrnar 1 tíma undan sýning.

Added by janegil on November 21, 2012

Interested 1