Tórsg. 9
Tórshavn, Torshavn 100

Undirhaldandi og stoytandi!
Atgongumerkir á 150 kr. fáast á www.nlh.fo, á Kunningarstovum og á Tjóðpalli Føroya ein tíma innan sýning.

Nú verður høvi hjá føroyingum at síggja vælumtókta altjóða sjónleikarbólkin Oblivia úr Finlandi, sum varð settur á stovn í Helsinki ár 2000.

Bólkurin arbeiðir við granskandi nærlist, á enskum kallað conceptual art. Alt byrjar við einum hugskot; einum ovur stórum hugskoti, sum tykist ómøguligt at arbeiða við. So við og við skal hugskotið taka form, mótsetningar finnast og eitt høvuðsevni. Ein arbeiðisháttur, ið krevur tíð og áhaldni, men sum Oblivia meistrar fyrimyndarliga og hevur bólkurin fingið miklan ans á finska pallinum. Í 2007 vann bólkurin Stina Krooks heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði, ið hevur ført nærlist og leiklist saman í nærleiklist.

Verkætlanin “Entertainment Island”, ið nú verður at síggja á Tjóðpalli Føroya, byrjaði í 2008. Í eitt trý ára tíðarskeið hevur bólkurin arbeitt út frá evninum “undirhald og populer mentan” og úrslitið er heili trý leikbrot, ein stuttfilmur, ein bók, ein myndarøð, workshop og seminar.
Í 2010 fór tríleikurin “Entertainment Island” á turné kring heimin og mikudagin 7. septembur kl. 19.00 skal hann framførast í Føroyum. Hetta verður ein framførsla, har tingini ikki eru svørt og hvít, har áskoðarin brúkar sínar sansir í myndum og huglagi. Oblivia borar seg gjøgnum ovurstóra heimin av undirhaldi og populerari mentan; frá gløttu vatnskorpuni niður í myrku og privatu innvikini undir henni.
Myndarøðin og stuttfilmurin verða somuleiðis at síggja.

Leikararnir eru úr Finlandi, Íslandi og Englandi, og leikt verður á enskum.

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=189880751080502

Added by janegil on September 7, 2011

Interested 1