Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

CD Release Concert

Hevur tú hoyrt What A Wonderful World í útvarpinum í føroyskari útgávu?

Nú kemur fløgan Yndisløg hjá Elini Heinesen & Ad Libitum endiliga - við meira av sama slag.

Kom á hugnaliga útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum mánakvøldið 12. juli kl. 20.30 og stuðla Krabbameinsfelagnum.

ÚTGÁVUKONSERT
Eftir fleiri ára bíðitíð fer nú endiliga at bera til at ogna sær fløguna hjá Elini Brimheim Heinesen & Ad Libitum: Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir.

Í sambandi við útgávuna verður hugnalig útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn mánakvøldið tann 12. juli 2010 kl. 20.30.

Til ber at keypa atgongumerki til konsertina á http://ebillett.fo/
Prísur: 100 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald.

Kunningarstovan í Havn selur atgongumerki fyri 100 kr. (tlf. 30 24 25).

Atgongumerki fáast eisini við hurðina hálvanannan tíma undan konsertini.

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=105457029506630

Added by janegil on June 28, 2010

Interested 1