Tinghúsvegur 8
Tórshavn, Torshavn 100

Fríggjadagin 28. september skipar Reklamufelagið fyri spennandi fyrilestri í Havnar Bio. Tað er stjórin og partaeigarin í Hummel, Christian Stadil, sum fer at halda fyrilestur um branding, sjálvsálit og marknaðarføring undir heitinum Company Carma - um at finna síni sereyðkenni sum fyritøka og menniskja.



Christian Stadil er ein av mest markantu og karismatisku donsku vinnulívsmonnunum. Sum partaeigari og kreativur leiðari hevur Christian Stadil megna at flyta Hummel-fyritøkuna frá at verða eina fyritøku í trupulleikum til nú at framleiða eitt av heimsins best umtóktu ítróttar- og mótamerkjum.



Kostnaður fyri tiltakið er 400 kr. fyri limir í Reklamufelagnum og í Føroya Arbeiðsgevarafelag og 700 kr. fyri tey, sum ikki eru limir.

Official Website: http://industry.fo/?page=News&aId=1541

Added by janegil on September 25, 2007

Interested 1