Vegurin Langi
Hoyvig, Torshavn 188

Added by janegil on January 26, 2012

Comments

janegil

from http://h71.fo/Default.aspx?ID=2

Neistin brúsaði meiri í Coca cola dystinum
H71-Neistin: 23-26 (11-13)



Vit megnaðu ikki at spæla okkum í steypafinaluna í kvøld, tá H71 og Neistin leiktu seinna semifinaludystin. Fyrri dysturin endaði javnur, og tí vóru vónirnar stórar til eitt gott úrslit á heimavølli.

Í stuttum kann sigast at menn sýntust ikki reiðiliga klárir til dystin, og rætti dystarhugurin var líkasum ikki har. Men hetta er tað sum kann koma fyri. Tað gerts ikki við.

Heini Hanusson hjá Neistanum var væl upplagdur og skoraði ikki færri enn 10 mál, og tá dagurin hepnast so mikið væl hjá vælskjótandi høgrabakkinum, so er ringt at spæla upp ímóti.

Verjan, sum í fleiri teimum seinastu dystunum hevur leikt framúr væl, stóð ikki reiðiliga so væl sum ætlað, og hetta ger so at álopið gerst tað verri. Í álopspartinum sýntist sum ov nógv at spælinum gekk beint á miðverjuna hjá Neistanum, heldur enn at spjæða spælið út á vengurnar. Tað gjørdist ov trongt. Eisini neyvleikin í avslutningum kundi verið væl betur í dag.



Fríggjakvøldið spæla H71-1 og KÍF, og vónandi eru vit væl upplagdir til hendan seinna og avgerandi seinna hálvfinaludystin í Coca cola cup kappingini.

Interested 1