Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Brotnar nasar og svartar tenn
Sminkuskeið 13.-14. januar 2007



… Tú ert á ferð inn í eina villingarsjón, ein heim av heilaspuna, har einki er, sum tað eigur at vera. Tú ætlar at flyta áskoðaran gjøgnum tíðina og inn í ein annan heim …

Sminkuskeiðið, sum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) saman við Havnar Sjónleikarafelag skipar fyri 13. og 14. januar, setur stór krøv til títt uppfinningarsemi. Undirvíst verður í ”special effects”, at gera ung fólk gomul og umvent, leggja skuggar, gera blóðspreingingar og svartar tenn. Vit fara at læra at gera eftirgjørdar nasar, skegg og eygnabrýr, skotsár, brandsár, brotnar nasar og snáldrað andlit.

Á skeiðnum læra fólk á professionellan hátt at kreera og brúka make-up til øll sløg av teatri, films- og sjónvarpsarbeiði og at laga tað til ymiskar fólkastøddir, aldrar og etniska útsjónd.

Skeiðið er fyri øll áhugað, men best var, høvdu skeiðsluttakararnir frammanundan eitt sindur av kunnleika til teatur­sminku.

Skeiðið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður leygardag kl. 10.00 og endað sunnudag kl. 17.00, íalt 15 tímar. Vit fáa døgurða, kaffi, frukt og annað gott báðar dagarnar.

Undirvísarar eru Ann Bech Andersen og Liselotte Lunding. Tær koma frá forlagnum DRAMA í Gråsten í Danmark. Báðar hava tær undirvíst her áður á byrjunar­skeiði.

Prísur fyri skeiðið: 300,- kr. Roknað í prísin er undirvísing, tilfar og matur.

Tekning hjá MáF, tlf. 315624 ella á [email protected] í seinasta lagi 13. desembur 2006.

Official Website: http://www.maf.fo/tidindi/sminka.html

Added by janegil on November 24, 2006

Comments

janegil

Skeiðið er fullteknað

Interested 1