Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Í september fara tveir íslendskir sjónleikarabólkar og ein tónleikabólkur at vitja í Føroyum. Tey fara at spæla og undirhalda bæði í Havn og í Nólsoy. Bólkarnir leggja allir stóran dent á eitt livandi samband við áskoðaran, har formur og hugurin at undirhalda er í hásæti.
Leikbólkurin Stoppleikhópurinn sýnir virðislønta leikin “Bólu-Hjálmar”. Her verður greitt frá søguni hjá tí litríka almuguskaldinum, sum stríddist við fátækardømi, fíggindaskap mótvegis grannum og harðskap frá myndugleikunum alla sína tíð. Hann lat eftir seg stórfingnan skaldskap, har mótstøðumenn fáa av at vita av hansara talusnildni.
Tríggjar leikarar fortelja einastandandi søguna um Hjálmar við leiki, sangi og mimikki. Sýningin hevur hugtikið bæði ung og eldri og fekk “Grímuvirðisløn” sum besta barna- og ungdómssýning í Íslandi ár 2009. Leikurin er tó fyri øll, sum dáma hugskotsríka og kraftfulla leiklist við dramatikki og skemti í hóskandi nøgdum.

Søgan um Jørund
Tímamótaverksmiðjan hevur leikskrá, ið snýr seg um Jørund Hundadagakong, ið er mest kendur fyri, at yvirtaka maktina á Íslandi og var einaveldisharri summarið 1809. Søgan um Jørund er ótrúlig. Hann var tann fyrsti danin, sum sigldi runt jørðina, eftir at hava verið hvalafangari í suðurhavinum, landkannari og njósnari. Fyllskapur og váðaspæl gjørdi alt verri, og til endans varð hann dømdur sum fangi á Tasmaniu. Søguna fortelja tveir leikarar og tríggir tónleikarar. Í hesi sýning verða spæl, sangur, dansur og frágreiðing tvinnað saman.
Leikstjóri til báðar sýningar er Ágústa Skúladóttir, sum er væl kend fyri sitt leiklistaarbeiði í Føroyum. Hon hevur leikstjórnað I Geyma eftir Dánjal Hoydal og Havgird vit Royndin in Nólsoy og undirvíst á Leiklistaskúlanum hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya . Høvundarnir til bæði leikritini eru sjálvir við í tónleikabólkinum.

Leygardagin 25 september kl 15 í sjónleikarahúsinum verur sjónleikurin Bólu-Hjálmar sýndur og beint eftir verur sjónleikurin Jörundar Hundadagakongur sýndur. Samanlagt taka sýningarnar 2 tímar. Um kvöldið kl 21 í sjónleikarahúsinum spæla Ljótu hálfvitarnir konsert.
Adgongumerkid fyri beggja sjónleikir kr 120 voksin – kr 60 börn
Adgongumerkid um kvoldid kr 120
Fyrir allar triggjar syningar kr 200

Added by janegil on September 20, 2010

Interested 1