Tórsg. 9
Tórshavn, Torshavn 100

Ársaðalfundurin 2007

Ársaðalfundurin hjá Amnesty verður leygardagin 21. apríl 2007 á Tjóðpalli Føroya. Byrjað verður klokkan 14:00. Skrá sambært lógini:

Val av fundarskrivara
Frágreiðing frá virki felagsins farna árið.
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
Viðgerð av innkomnum uppskotum
Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
Val av grannskoðara.
Áseting av limagjaldi fyri komandi ár.
Ymiskt

Klokkan 15.30: Steðgur við te, kaffi og livandi tónleiki

Klokkan 16.00 verður fyrilestur við Inge Genefke og Bent Sørensen.

Inge Genefke er stovnari og leiðari fyri "Rehabilitation and Research Centre for Torture Victims", og má sigast at vera slóðbrótari innan hetta øki. Hon er viðurkend um allan heimin fyri sítt slóðbrótandi arbeiði móti píning og fyri rehabilitering av torturofrum. Hon hevur fingið fleiri altjóða virðislønir fyri sítt arbeiði og hevur somuleiðis røtt til altjóða fundir, harímillum ST og ES.

Í fylgi við Inge Genefke er maður hennara Bent Sørensen, MD, DMSc., fyrrverandi "Rapporteur to the UN Committee against Torture (CAT)" og fyrrverandi "First Vice-President to the EC´s Committee for the Prevention of Torture (CPT)". Bent Sørensen virkar í dag sum "Senior Medical Consultant to the IRCT".

Tey fara at greiða frá sínum arbeiði við torturofrum gjøgnum nógv ár.

Allir limir eru vælkomnir á aðalfundin. Fyrilesturin við Inge Genefke og Bent Sørensen er almennur. Limir sleppa ókeypis inn, meðan kostnaðurin fyri ikki-limir er 100 krónur. Peningurin fer óskerdur í stuðulsgrunnin hjá Inge Genefke og Bent Sørensen til frama fyri torturoffur.

Endar væntandi 17.30

Official Website: http://amnesty.fo/calendar/?job=day&day=2

Added by janegil on April 19, 2007

Interested 1