Lítluvík
Tórshavn, Torshavn 100

Í morgin letur upp framsýning í Smiðjuni, har listamaðurin Árni Nicolajsen leitar eftir søgum um persónin, sum fjalir seg handan andlitið.

Við á framsýningin eru bæði vatnlitsmyndir og leirmyndir, sum allar so ella so leita aftur um tað sjónliga fyri at finna duldar og nýggjar søgur.

Serliga eru tað søgurnar, sum fjala seg handan andlitið á persónum, sum Árni Nicolajsen roynir at mana fram.
- Tú kanst kalla tað eina ekspressionistiska mynd av persóninum. Eitt persónligt úttryk fyri, hvat fyrigongur inni í persóninum, sigur listamaðurin, sum hevur sín egna máta at fáa hesi úttrykkini fram.

- Eg brúki nokso turrar vatnlitir, og so máli eg bæði við pensli og einum stálsvampi; teir sum man reinsar grýtir við. Tað gevur ein ullintan heitan virkning, sum mær dámar væl. Tað gevur myndini ein droymandi og óveruligan dám. Tær verða dreymakendar og kanska eitt sindur huldusligar til tíðir, sigur listamaðurin.

Bakgrundin hjá Árna Nicolajsen sum listamaður er kanska heldur ótraditionell. Tá hann fyri fimm árum síðani varð uppsagdur sum fiskifrøðingur, valdi hann at útbúgva seg innan filmsvinnuna.
Í frítíðini var Árni longu farin at mála bæði akryl- og vatnlitsmyndir, og nú hann letur upp framsýning í Smiðjuni hevur hann heili 70 vatnlitsmyndir við umframt seks leirmyndir.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin frá fríggjadegnum 10. juli og allar dagar fram til og við týsdagin 14. juli. Opið er allar dagar frá kl. 14 til 18.

Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16.

Added by janegil on July 10, 2009

Interested 1