Niels Finsensgøta
Tórshavn, Torshavn 100

Mánadagin 13. juli letur nýggj framsýning upp í Ullvøruhúsinum í Niels Finsensgøtu. Tað er Ólavur Thorsteinson, sum vit kenna frá listaduo'ini Scrub Art, sum framsýnir sina list.

Ólavur hevur valt at kalla framsyningina 'A Peter Pan's existence in never-ever land'.

Hví hevur tú valt at hava eina framsýning?
- Eg havi ongantið havt mína egnu framsýning fyrr, og eg havi hug at deila mínar málningar við øðrum. Hettar eru málningar, sum eg havi málað gjøgnum seinasta árið, summir enntá eldri, og havi hug at vísa teir fram nú.

Hvat kunnu fólk vænta at síggja?
- Eg velji at kalla tað gallarí/studio. Ein partur av hølinum verður framsýning, meðan hin parturin verður 'performance', tað vil siga, at fólk kunnu hyggja at meðan eg máli.
Tann dagin eg opni verður eitt ordiligt show. B.A.B.Y. kemur at spæla tónleik og okkurt yvirraskilsi verður eisini. Eg vóni at eg klári at geva fólki eitt upplivilsi, tí tað er tað, eg leggi meg eftir.

- Eg haldi at fólk vænta at síggja popp/street art, men eg haldi at eg eri við at flyta meg frá tí. Eg føli at eg havi nógv meira at geva. Tað er eingin reyður tráður ígjøgnum málningarnar hjá mær, tí eg eri undir menning. Eg havi ikki orduliga funnið mín stíl enn, men eg mennist meðan eg leiti eftir honum.

Official Website: http://www.mess.fo/fregnir/tag:A+Peter+Pan%27s+existence+in+never-ever+land

Added by janegil on July 22, 2009

Interested 1